Bíðilistar

Ragnar er nýggjur psykiatari á Landssjúkrahúsinum

15. SEPTEMBER 2022

Um mánaðarskiftið varð Ragnar Djurhuus Hammer settur í starv sum nýggjur yvirlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum. Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum.

Ragnar er 36 ára gamal og hevur lokið prógv sum serlækni í psykiatri á Aalborg Univeristetssjúkrahúsi. Ragnar er kendur á Landssjúkrahúsinum og hevur tikið partar av bæði høvuðsútbúgvingini og sum introlækni í Føroyum. Í 2016 var hann liðugur sum lækni á Københavns Universiteti.

Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tekur tú partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, so økjast sannlíkindini fyri, at tú kemur til Føroya at arbeiða eftir lokna útbúgving.

Landssjúkrahúsið fegnast um, at Ragnar hevur valt Føroyar og ynskja honum vælkomin í hópin.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.