Bíðilistar

Nýggjur kunningarfilmur um dysfagi

3. MAI 2022

Vit hava gjørt ein nýggjan kunningarfilm um dysfagi. Matur til tey, ið hava ilt við at tyggja og svølgja

Køkurin er á mangan hátt hjartað í Sjúkrahúsverkinum. Her gera tey mat til allar innlagdar sjúklingar, og tey leggja seg eftir at gera mat, ið er dygdargóður, føðsluríkur og vakur á at líta.

Nakrir sjúklingar hava torført við at tyggja og svølgja, og kunnu hava ilt við at eta vanligan mat. Hetta rópast dysfagi. Tá sjúklingar hava dysfagi samstarvast køkurin við dietist og ergoterapeut soleiðis at sjúklingurin fær bestu viðgerð undir innleggjan. 

Á sjúkrahúsinum verður nógv gjørt burtur úr at eisini tey fáa mat, sum er leskiligur og góður.

 

 

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.