Bíðilistar

Leiðbeiningin á Landssjúkrahúsinum flytur fyribils

15. DESEMBER 2022

Vegna umvælingar á Landssjúkrahúsinum flytur Leiðbeiningin fyribils í onnur høli gerandisdagar millum 8 og 16. Eisini vaktsentralurin fer í onnur høli í eina tíð.

Leiðbeiningin flytur í E-bygningin, sum er svarta barakkin á J.C. Svabosgøtu beint yvirav høvuðsinngongdini. Aftaná klokkan 16 gerandisdagar og allar tímar í vikuskiftunum verður leiðbeiningin í forhøllini, sum vanligt.

Gjørt verður burtur úr at skelta, so sjúklingar, avvarðandi og onnur, sum hava ørindi á Landssjúkrahúsinum, verða víst á rætta stað, tá ið tey skulu í Leiðbeiningina.

Vaktsentralurin flytur fyribils niðan í niðastu hædd á Eiragarði 2.

Tá umbygging er liðug seinni í vetur flyta Leiðbeiningin og Vaktsentralurin aftur inn í forhøllina við høvuðsinngongdina.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.