Bíðilistar

Læknavaktin í nýggj høli á Landssjúkrahúsinum

24. APRÍL 2022

​Flaggdagin 25. apríl kl. 8 letur Læknavaktin í nýggjum hølum í ‘gomlu forhøllini ‘ á Landssjúkrahúsinum.

Læknavaktin fer at halda til í somu hølum, sum ambulanta virksemið hjá rannsóknarstovuni heldur til. Alt virksemið hjá Læknavaktini fer frameftir at vera á hesum stað.

Upplatningartíðirnar hjá Læknavaktini er óbroyttar soleiðis, at Læknavaktin framvegis er opin frá kl. 16.00 til 08.00 á morgni yrkadagar, og alt samdøgrið í vikuskiftum og á halgidøgum.

Sjá annars skelting við komu á Landssjúkrahúsinum.

Gev gætur, at Læknavaktin bert er ætlað, um tú brádliga gerst sjúk/ur, ella um tú gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og har tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.