Bíðilistar

Demensklinikkin bjóðar til skeið í Kognitivari stimulatiónsterapi (CST)

29. JUNI 2022

Vit vilja menna hugburðin um, at fólk við demensi kunnu bøta um sína støðu og mennast. Í tí sambandi hava vit fingið Karen Tannebeck og Ullu Vidkjær Fejerskov frá Videnscenterfordemens.dk at undirvísa.

Tí skipar Demensklinikkin á Psykiatriska deplinum fyri skeiði í Kognitivari Stimulatiónsterapi (CST) hin 30. august kl 8.30 til 15.30. Skeiðið verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

 Les meira um skeiðið HER

CST hevur ment seg til at vera eitt viðurkent háttarlag, sum Heilsustýri í Danmark leggur dent á. CST verður viðmælt, sum aktivitetir til menniskju við demensi. Tey fara at gera leiðreglur um hetta í 2023.

Hátturin, Kognitiv stimulatiónsterapi (CST), er mentur í Onglandi og gransking vísir, at hetta hevur jaliga ávirkan á kognitiva funktiónsstøðið, og grundin er fjølbroytni í aktivitetum í einum jaligum og hóskandi avbjóðandi læringsumhvørvi.

Harvið kann CST hjálpa til við, at viðlíkahalda og styrkja netverkið í heilanum, ið formar grundalagið fyri kognitivum funktiónum. Háttalagið økir lívsvirði hjá fólki við lættari til moderatari demenssjúku.

Á skeiðnum fært tú vitan og førleikar at leiða ein CST-bólk fyri fólk við demensi.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.