Bíðilistar

Bílegg tíð til blóðroynd ella EKG

22. JULI 2022

​Nú ber til hjá borgarum at bíleggja sær tíð at taka blóðroynd eftir ávísing frá lækna. 
Leinkja til bíleggingarskipanina finnist á forsíðuni á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum. 

Bílegging fer fram á sama hátt, sum nýtt var til koppseting og koronukanningar.
Til ber at bíleggja tíð eina viku fram.

Tá ein hevur bílagt sær tíð í skipanini, verður eitt bókingarnummar sent við SMS. Neyðugt er tí at upplýsa fartelefonnummar, tá bílagt verður.

Tá komið verður á sjúkrahúsið at taka blóðroynd, skal ein sjálvur skráseta seg við bíleggingarnummarinum á einum skermi, sum stendur við inngongdina til blóðroyndarhølið.

Fyribils verður skipanin nýtt til teirra, sum ynskja at taka blóðroynd á Landssjúkrahúsinum.

Borgarar, sum ikki brúka nýggju bíleggingarskipanina, kunnu framvegis møta á ambulatorium og taka eitt nummar, eins og áður.


Bílegg tíð her. 

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.