Bíðilistar

Altjóða "Hvat hevur týdning fyri teg" dagur

7. JUNI 2022

Hósdagin 9. juni 2022 er altjóða ”Hvat hevur týdning fyri teg” dagur, og heilsustarvsfólk í fleiri enn 49 londum um allan heimin tosa við sjúklingar, brúkarar, búfólk og avvarðandi um júst hendan spurning.

Endamálið er at seta sjúklingin í miðdepilin og at betra um trygd og dygd. Hetta snýr seg um miðvíst at arbeiða fyri, at sjúklingar skulu hava uppliving av, at teir verða tiknir við upp á ráð, at teir kenna seg sum eitt heilt menniskja og ikki sum eina sjúku. Tá sjúklingurin verður tikin við uppá ráð í viðgerðini, kann hetta í stóran mun gera úrslitið betri.

Í Sjúkrahúsverkinum fara vit at leggja dent á dagin við einum tiltaki í forhøllini, har sjúklingar og avvarðandi hava møguleika at svara spurningum við at útfylla eitt postkort ella fáa eitt prát við starvsfólk á staðnum.

Heilsustarvsfólk úti á deildum, ambulatorium osf. fara eisini at leggja dent á spurningin, við at býta postkort út til sjúklingar og avvarðandi, og vónandi eggjar hetta til samrøður um evnið.

Hesin spurningur eigur at vera partur av samskiftinum alt árið, og spurningurin: ”Hvat hevur týdning fyri teg?” skal áhaldandi setast. At halda dagin við árligum tiltaki er fyri at leggja áherðslu og at minna okkum á, hvussu virðismikil hesin spurningur er í samskiftinum millum heilsustarvsfólk og brúkarar av heilsutænastum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.