Bíðilistar

Almennur fyrilestur um diabetes-strongd

26. APRÍL 2023

Í morgin bjóðar Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya til sera viðkomandi almennan fyrilestur um ein trupulleika, sum rakar ov mong fólk við diabetes
Diabetes-strongd ella diabetes-distress rakar sera mong, sum hava kroniska diabetessjúku. Tí seta Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya hetta evnið á breddan á almennum fyrilestri í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum hósdagin tann 27. apríl klokkan 19:30.

Fyrilesturin heldur Ingrid Willaing Tapager, sum er virdur professari og granskingarleiðari á Steno Diebetes Center í Keypmannahavn.

Ingrid kallar sín fyrilestur “Gerandisdagurin við diabetes: Stúran, ørkymlan og kensluligir trupulleikar eru mangan partur av lívinum við diabetes – hvat vita vit um tað, og hvat kann gerast við tað?”.

Møtið fjølment, øll eru hjartaliga vælkomin.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.