Bíðilistar

Støkk inn koppseting í Runavík í dag

24. AUGUST 2021

Í dag ber til at verða koppsettur í Skótahúsinum í Runavík. Byrjað verður kl. 16 – og hildið verður fram til kl. 18.

Talan er um eina støkk-inn koppseting, sum merkir, at ikki er neyðugt at tekna til frammanundan. Tað ræður bert um at møta á staðnum, og snýr tað seg um at fáa annað prikið, so skal gula koppsetingarkortið takast við á staðið.

Endamálið er fyrst og fremst at gera tað meiri ómakaleyst hjá fólki í økinum at koma framat møguleikanum at verða koppsettur, og somuleiðis er endamálið sjálvandi eisini at medvirka til at røkka so nær samfeldari samfelagsligari floksverju sum gjørligt.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.