Bíðilistar

Skipa nýggjan Familjudepil á Landssjúkrahúsinum

24. MARS 2021

Sjúkrahúsleiðslan hevur í eina tíð arbeitt við at skipa ein nýggjan Familjudepil. Nýggi depilin er ein samanrenning av føðideildini, barnadeildini og barna- og ungdómspsykiatriini.

Endamálið við Familjudeplinum er at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Allar barnakonur, børn og ung fáa á hendan hátt viðgerð á sama depli.

Við Familjudeplinum ynskir Landssjúkrahúsið at skapa eitt umhvørvi, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivna fyri øll børn uttan mun til um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Hesin depilin líkist frá hinum klinisku deplunum á tann hátt, at hann byggir á sjúklingagongdir og funktiónir, heldur enn viðgerðarhættir og fakbólkar.

Ein tillaging av verandi bygnaði innan verandi fíggjarkarmar
Nýggju karmarnir skulu samstundis virka til frama fyri arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum, sum eru tey, ið koma at mynda depilin og geva nýggja Familjudeplinum innihald. Tann nýggi depilin er fyrst og fremst ein tillaging av verandi bygnaði og verður skipaður innanfyri verandi fíggjarkarmar. Nýggi Familjudepilin fevnir um:

  • Føðideildina, sum hevur verið partur av Skurðdeplinum,
  • Barnadeildina/B5, sum hevur verið partur av Medisinska deplinum
  • Barna- og ungdómspsykiatriin, sum hevur verið partur av av Psykiatriska deplinum

Starvsfólkini, sum hava sínar dagligu arbeiðsuppgávur á hesum deildum, flyta á Familjudepilin. Øll starvsfólk, sum verða ávirkaði av broytingini, hava fingið neyva kunning um, hvussu umskipanin fer fram.

Bygnaðurin ber smávegis broytingar við sær fyri starvsfólkini. Tey fara framvegis í høvuðsheitum at hava somu arbeiðsuppgávur, men arbeiðið og mannagongdir verða skipaðar av avvarðandi leiðslu í mun til nýggju umstøðurnar. Broytingin verður, at tey fáa nýggjar karmar og tilvísing bygnaðarliga.

Miðað verður ímóti, at nýggi Familjudepilin verður settur á stovn í ár.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.