Bíðilistar

Nú ber til at bóka tíð til 3. prik

26. NOVEMBER 2021

Ert tú 18 ár ella eldri, og er tað í minsta lagi gingnir seks mánaðir síðan aðru koppseting, so ber til at bóka tíð til triðja prik. Neyðugu tillagingar eru nú gjørdar í bókingarskipanini.

Tað hevur í eina tíð borið til at fingið triðja prikið, tá skipað hevur verið fyri støkk-inn koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum og nógv hava tikið av tilboðnum. Fleiri enn 5.200 føroyingar høvdu fingið triðja prikið í gjár.

Fólk kunnu bíleggja tíð á korona.fo. Á heimasíðuni undir “koppseting” sæst eisini nær koppsett verður.

Eru trupulleikar við at bóka sær tíð ber til at skriva á koppseting@ls.fo.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.