Bíðilistar

Jeaneth Løkjá liðug við serlæknaútbúgving

27. FEBRUAR 2021

Jeaneth Løkjá er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. 

 

Jeaneth Løkjá hevur ávikavist verið í viðtaluni hjá Jónu Hansen, sum tá var í Miðlon, hjá Sten Larsen, somuleiðis í Suðurstreymoyar læknadømi og nú seinasta árið hevur hon verið hjá Djóna Joensen, kommunulækna í Vestmanna læknadømi.

 

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. 

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna.
Næsti læknin í ár verður liðugur 1. november.  

Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. 

 

Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, Jeaneth Løkjá, serlækni í almennum medisini, Turið Holm Johannesen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini í Føroyum og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. 

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.