Mikudagin tann 9. juni 2021 er altjóða ”Hvat hevur týdning fyri teg” dagur, har heilsustarvsfólk tosa við sjúklingar, brúkarar, búfólk og avvarðandi um henda spurning.
49 lond um allan heim luttaka.
Endamálið er, at sjúklingar verða tiknir meiri við í viðgerð og røkt fyri soleiðis at røkka betri úrslitum fyri hin einstaka.
Hetta snýr seg um, miðvíst at arbeiða fyri, at sjúklingar skulu hava eina uppliving av at verða tiknir við upp á ráð, og kenna seg sum eitt heilt menniskja og ikki sum ein diagnosa.
Við at samskifta um hvat hevur týdning, kann nýggj vitan viðføra, at heilsustarvsfólk kunnu viðvirka til at betra um sjúklingagongdir og upplivingar. Evnið eigur at verða partur av samskiftinum alt árið, og spurningurin: ”Hvat hevur týdning fyri teg?” skal áhaldandi setast.
At halda dagin við einum árligum tiltaki er fyri at leggja áherðslu og at minna á, hvussu virðismikil hesin spurningurin er í samskiftinum millum heilsustarvfólk og brúkarar av heilsutænastum.