Bíðilistar

Grøn star- ein varandi eygnasjúka, ið kann tálmast við viðgerð

17. JANUAR 2022

Grøn star ella Glaukom finnist hjá  øllum fólkasløgum í heiminum og kann gera fólk blind.

Seinastu árini hava eygnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum saman við Ílegusavninum í samstarvi við granskarum á Københavns Universitet og University of Iowa, USA, gjøgnumført fyrstu kanningina av grøn star í Føroyum. Kanningarúrslitið verður kunngjørt í amerikanska tíðarritinum Journal of Glaucoma.

Verkætlanin var framd í tíðarskeiðinum okt. 2015 til des. 2017. Allir nýstaðfestir tilburðir vóru granskaðir, eins og teir sjúklingar, sum longu vóru kendir frammanundan.

Kanningin avdúkaði 264 persónar við grøn star, ið svarar til eitt sindur meiri enn 1% av teimum, ið eru 40 ár og eldri. Tey yngstu í tí aldursbólkinum eru lutfalsliga fá, men so økist talið so líðandi.  Ímillum tey, sum eru 90 ár og eldri, eru tað uml. 5% sum hava grøn star í Føroyum.

Í summum familjum eru fleiri generatiónir, sum hava ella hava havt grøn star. Tað er tí væl hugsandi, at tað eru ein ella fleiri arvaligar ílegur fyri grøn star við serligari útbreiðslu í Føroyum. Tí fingu luttakandi persónarnir høvi at vera við í eini ílegukanning. Tey, sum vildu luttaka, lótu eina blóðroynd til Ílegusavnið. Haðani var ílegu-tilfar sent til University of Iowa, sum hevur eina serdeild fyri grøn star kanningar. Úrslitið av hesum kanningum fyriliggur ikki enn.

Hvat er grøn star?
Tað eru fleiri sløg av grøn star. Sjúkan kann vera viðfødd, men tað vanligasta slagið vísur seg hjá fólki eldri enn 55 ár. Sjúkan vísur seg við, at smærri partar at sjónsøkinum kámast, og tá ið verri veit við, kunnu størri øki í sjónarringinum gerast myrk ella hvørva. Sjónin mitt fyri varðveitist vanliga væl í langa tíð.

Vanligt er at annað eygað ávirkast fyrst. Hitt eygað hjálpir sjúka eyganum so væl, at long tíð kann ganga, áðrenn ein varnast versnaða sjón. Av somu orsøk kann sjúkan hava verið til staðar í fleiri ár, og tá kann tað fyrra eygað hava mist nógva sjón. Sjúkan skaðar sjónsnervina, og tí ávirkast sjónin.

Nógv fáa sjúkuna staðfesta av tilvild í samband við aðrar kanningar á Eygnadeildini, ofta áðrenn tey sjálvi hava varnast nakra broyting í sjónini. Tey, sum hava fingið staðfest sjúkuna, verða biðin um at  kunna tey nærmastu. Øll sum eru nærskyld við ein, sum hevur glaukom, verða mælt til at kanna eyguni frá uml. 50 ára aldur.

Fyrr var hildið, at ov høgt trýst í eygunum var atvold til grøn star. Tó kunnu fólk hava ov høgt eygnatrýst uttan at fáa skaða á sjónsnervina. Men eisini eru tað nøkur, sum hava grøn star hóast eygnatrýstið er sum tað eigur at vera. Málið við viðgerðini er at lækka eygnatrýstið - í flestu førum við eygnadropum. Onkuntíð er neyðugt við skurðviðgerð fyri at røkka málinum.

Viðgerðin er ikki lekjandi, men tað vísur seg, at munandi lækking av eygnatrýstinum kann tálma og í ávísum førum steðga afturgongdini. Tí er neyðugt at fylgja við og hava eftirlit við sjúkugongdini 1-2 ferðir árliga restina av lívinum.

Tað hevur stóran týdning at fáa frænir av eygnasjúkuni so tíðliga sum gjørligt, áðrenn álvarsligur skaði er hendur. Tá eru bestu vánir fyri munagóðari viðgerð. Tað, sum er mist, fæst ikki aftur. Tíbetur eru viðgerðarmøguleikarnir batnaðir og tí eru góðar vónir fyri, at álvarsligar fylgir av sjúkuni minkað, so at enn færri missa sjónina av grøn star.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.