Bíðilistar

Givið blóð 100 ferðir

15. SEPTEMBER 2021

Í dag hevur Mortan Simonsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at nakar hevur givið blóð 100 ferðir.

Mortan greiðir frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg til blóðgeva. Og so fekk man eina øl aftaná, sigur Mortan flennandi. Mitt í 80-unum var tað vanligt, at blóðgevar fingu sær eina øl eftir blóðgávu.

Mortan minnist, at tað var Marita Simonsen, fyrrverandi formaður og stovnari av Felagnum Blóðgevi, ið tappaði Mortan fyrstu ferð, hann gav blóð. Blóðbankin hevði tí syrgt fyri, at tað var júst hon, ið tappaði hann fyri 100. ferð.

Mortan gav blóð fyrst ferð í 1986 og hevur Mortan Simonsen øll hesi árini verið trúfastur blóðgevi bæði í Føroyum og í Danmark, og kann nú kalla seg: Triði blóðgevi í Føroyum, sum hevur givið blóð 100 ferðir. Hetta er eitt ómetaliga flott avrik, sum tey mongu, ið hava fingið blóð, eru sera takksom fyri.

Gávan, sum Felagið Blóðgevi letur í hesum sambandi, er ein glasfuglur frá Mikkalina Glas. Fuglurin ímyndar eina pelikan, sum í fleiri londum er ímyndin av blóðgevagerninginum. Søgan sigur, at pelikanurin roytir fjarðarnar av sínum egna brósti til blóðið rennur, so veiku ungarnir kunnu styrkjast við at drekka tað.

Blóðbankin og Felagið Blóðgevi takka Mortani fyri trúgvan og góðan stuðul í Blóðbankanum og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Ynskir tú at geva blóð, so melda til á www.gevblod.fo

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.