Bíðilistar

Fólk 65 ár og eldri kunnu bóka tíð til koppseting

19. APRÍL 2021

Mikudagin kemur meira koppingarevni til landið, tá fleiri enn 5.000 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech vera í flogfarinum úr Keypmannahavn.

Bókingarskipanin er nú latin upp aftur, og øll, sum eru 65 ár og eldri, eru vælkomin at bóka sær tíð til koppseting á corona.fo. Fyrstu tøku tíðirnar eru longu mikudagin, og hildið verður fram við koppsetingini, inntil koppingarevnið er uppi.

Møt ikki ov tíðliga
Tað hevur gingið væl at koppseta á teimum trimum koppsetingarstøðunum, tó at nógv fólk savnast, meðan opið er. Fólk tykjast glað og spent, og koma ofta í sera góðari tíð, fyri ikki at gerast ov sein. Tað hevur við sær, at tað onkra løtu eru fleiri fólk enn neyðugt á koppsetingarstaðnum.

Koppsetingartoymið vil í hesum sambandi minna fólk á at møta stundisliga, tó helst ikki meira enn 10 minuttir áðrenn tíðina.   

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.