Bíðilistar

Eisini tey millum 80 og 84 ár kunnu bíleggja tíð til koppseting

26. MARS 2021

Nú verður bíleggingarskipanin á corona.fo latin upp fyri øllum, sum eru 80 ár og eldri. Skipanin hevur víst seg at rigga væl hetta fyrsta samdøgrið.

Í gjár varð nýggja bíleggingarskipanin hjá Sjúkrahúsverkinum tikin í nýtslu, og útvið 250 fólk eldri enn 84 ár hava longu bílagt eina tíð til koppseting. Í flestu førum eru tað avvarðandi, ið hava hjálpt við bíleggingini.

Tað eru áleið 500 tøkir skamtar av koppingarevni eftir í Føroyum í løtuni, og tí metir Sjúkrahúsverkið tað vera rætt at bjóða næsta bólki í koppsetingarætlanini koppseting. Tað eru fólk, sum eru á millum 80 og 84 ár.

Koppsetingarnar verða framdar á teimum trimum sjúkrahúsunum fram til páskir.

Góð ráð, tá tú bíleggur
Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.

• Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.
• Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.
• Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.
• Um tit framvegis hava avbjóðingar við at bíleggja tíð, ber til at fáa hjálp við at ringja á 30 45 45

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkarhúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram. Sí eisini filmin HER

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.