Bíðilistar

Borgarar, 75 ár og eldri kunnu nú bíleggja tíð til koppseting innan páskir

29. MARS 2021

Av tí at koppingarevni framvegis er eftir, ber nú til hjá borgarum frá 75 ára aldur at bíleggja sær tíð til koppseting innan páskir. Hetta er galdandi fyri borgarar, sum ynskja koppseting á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum.

Bílegging fer fram á heimasíðuni corona.fo

Latið verður aftur fyri bíleggingartíðum, tá nóg nógv hava teknað seg.

Borgarar, 75 ár og eldri, sum ikki fáa eina tíð innan páskir, fáa møguleikan aftur, so skjótt nýggj sending av koppingarevni er komið til landið. 

Sjúkrahúsverkið

 

Góð ráð

  • Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð
  • Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær
  • Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð
  • Um tit framvegis hava avbjóðingar við at bíleggja tíð á heimasíðuni, ber til at fáa hjálp
    við at ringja á 30 45 45
  • Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.
  • Gev gætur, at Internet Explorer ikki verður dagførdur longur, men at til ber at brúka Chrome browsara

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.