Bíðilistar

Veðrið darvar koronukanningunum í vikuskiftinum

19. NOVEMBER 2020

Hann boðar frá nógvum vindi av vestri og tí er avgjørt at avlýsa allar koronukanningarnar á Eystaru bryggju leygardagin. Ístaðin verður longri opið fríggjakvøldið.

Veðurforsagnirnar siga frá vánaligum veðrið í vikuskiftinum og á Eystaru bryggju kann vesturættin verða hørð. Tað ávirkar umstøðurnar at hava koronukanningar, og fyri at binda um heilan fingur, er avgerð tikin um at avlýsa allar kanningar leygardagin.

Ístaðin verður longri opið fríggjakvøldið, tá fólk kunnu lata seg kanna í tíðarskeiðinum millum kl 19.30 og 22.30.

Øll, ið vilja lata seg kanna skulu bíleggja eina tíð, áðrenn tey fara í bíðirøð. Til ber at bíleggja tíð til koronukanning á www.corona.fo.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.