Bíðilistar

Sjúkrahúsverkið er undir stórum trýsti

2. NOVEMBER 2020

Sjúkrahúsverkið er undir sera stórum trýsti, nú Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur kravt avgjald til felagið pr. starvsfólk fyri at fáa undantøk til akuttu tilbúgvingina undir verkfallinum.

Felagið hevur fyrr í dag boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at øll undantøk, ið verða givin frá kl. 16 í dag, hava eitt avgjald á kr. 200-, pr. lim pr. tíma, ið fer til at fíggja útreiðslur í sambandi við verkfallið. Soleiðis sum verkfallstøðan er í løtuni, svarar hetta til eina upphædd á uml. 80.000 kr. pr. døgn.

Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda pening fyri verkfallið til felagið sum kompensatión fyri undantøk til akuttu tilbúgvingina. Tí eru uml. 15 tænastumenn í Sjúkrahúsverkinum kallaðir inn á vakt. Hetta er tó als ikki forsvarligt, tí tænastumenninir verða noydd at taka yvir arbeiðsøkir, tey onki kenna til. Lív og heilsa hjá sjúklingum er tí sett í váða, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum kann tí als ikki góðtaka, at onki verður gjørt við støðuna.

Vit vilja tí staðiliga heita á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið ella at politiska skipanin tekur um endan. Tað er óhoyrt fyri eitt framkomið samfelag at enda í slíkari óforsvarligari støðu.

Fyri at núverandi støðan ikki skal endurtaka seg hvørja ferð sáttmálasamráðingar eru, er tað alneyðugt at fáa eina neyðtilbúgving í sáttmálan, soleiðis at Sjúkrahúsverkið og harvið føroyskir sjúklingar ikki koma í somu støðu aftur. 
 




Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.