Bíðilistar

Sjúklingar og vitjandi á Landssjúkrahúsinum skulu brúka munnbind

17. AUGUST 2020

​Landssjúkrahúsið biður nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið.

Stigið verður tikið, eftir at farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 21. august og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, eitt nú tey, ið skulu til ambulantar viðtalur, viðgerðir og avvarðandi teirra.

Eisini skulu tey, ið gera avtalu um at vitja sjúkling, vera í munnbindi.

Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin.

Fólk skulu sjálvi hava munnbind við, tá ið vitjað verður.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.