Bíðilistar

Nýggjar avtalur skapa tryggar karmar um viðgerðirnar uttanlands

24. SEPTEMBER 2020

Føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð á danska Ríkissjúkrahúsinum, eru nú formliga fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Eisini er samstarvið um bróstkrabbaviðgerð komið í trygga legu.

Sjúkrahúsverkið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands um viðgerðir, sum vit ikki kunnu bjóða í Føroyum. Region Hovedstaden er hin nógv størsti samstarvsfelagin hjá Sjúkrahúsverkinum og hava sjúkrahúsini áralangar royndir við at samstarva við regiónina.

Arbeitt hevur verið eina tíð við at fáa eina nýggja avtalu um samstarv millum partarnar, og herfyri vóru partar av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum í Danmark og skrivaðu undir avtaluna. Hóast avtalan í stóran mun formaliserar galdandi arbeiðsgongdir við smærri tillagingum, so eru eisini nøkur nýbrot.

Avtalan hevur við sær, at føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð í Region Hovedstaden, eru fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Hetta hevur ikki verið partur av avtalu áður, tó at tað í stóran mun hevur verið praktiserað.

Somuleiðis eru partarnir samdir um at gera meira fyri, at sjúklingagongdin verður so samanhangandi og smidlig sum gjørligt. Fyri at røkka hesum verður frameftir størri dentur lagdur á at brúka telemedisin og aðra teletøkni í viðgerðini.

Samstarvsavtala um bróstkrabbaviðgerð
Sjúkrahúsleiðslan skrivaði eisini undir nýggja samstarvsavtalu við Aalborg Universitetssjúkrahús um bróstkrabbaviðgerðir.

Síðani 2019 hevur føroyska sjúkrahúsverkið samstarvað við sjúkrahúsið í Aalborg um sjúklingar við bróstkrabba. Samstarvið hevur leypandi verið eftirmett og neyðugar tillagingar eru gjørdar, eitt nú er tilboðið um rekonstruktión komið í fasta legu.

Á ovaru myndini síggjast Steinar Eirikstoft, forstjóri og Jens Buch Nielsen, CFO í Región Hovedstaden. 

Á niðaru sæst Steinar saman við Michael Brauner Schmidt, sum er læknastjóri á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.