Bíðilistar

Landsstýrismaðurin styrkir útbúgvingina av kommunulæknum

8. SEPTEMBER 2020

Í fleiri ár hevur verið víst á, at neyðugt er at fáa ein samskipara at tryggja góðskuna á útbúgvingini av kommunulæknum í Føroyum. Nú er útbúgvingarsamskiparin settur.

Tað var landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum raðfesti játtanina til endamálið á fíggjarlógini fyri 2020.

Um mánaðarskiftið varð Turid Holm Johannesen sett sum útbúgvingarsamskipari hjá læknum, sum eru í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini. Hetta eru teir læknar, sum vanliga koma at starvast sum kommunulæknar.

Turid Holm Johannesen er 37 ár og starvast sum kommunulækni í Kirkjustræti í Hoyvík.

Sum útbúgvingarsamskipari fær Turid ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU- intro- og høvuðsútbúgvingini innan almenn medisin. Eisini verður hon sum samskipari bindiliðið millum útbúgvingarlæknar, tutorlækna, praksis og Landssjúkrahúsið.

Talan er um eitt fast starv á 18 tímar um mánaðin.

Um útbúgvingina í almennum medisini
Introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgvingina innan somu sergrein. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.