Bíðilistar

Kanna eisini fyri koronu leygardagin og sunnudagin

7. AUGUST 2020

Landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at øll sum standa í bíðirøð klokkan 15 verða kannaði fyri koronu í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at verða kannaði.

Kannað verður fyri koronu bæði leygardagin og sunnudagin frá klokkan 9.

Sera nógv fólk lata seg kanna fyri koronu í hesum døgum og longu klokkan 8 í morgun var bíðirøðin niðan móti Bilrøkt við Velbastaðvegin. Á døgurða var bilrøðin niðan framvið Skúlaheimið í Marknagili og bilar leggjast støðugt aftrat røðini. Hetta leggur stórt trýst á øll og ikki minst tey, sum standa fyri potingini.

Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 15.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.