Bíðilistar

Inga Mareta liðug við útbúgving sum serlækni í almennum medisini

25. SEPTEMBER 2020

​Inga Mareta Joensen er júst liðug við serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini.

Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Inga Mareta Joensen er tann næsti læknin í ár sum verður liðugur.

Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Inga Mareta hevur verið í ymiskum viðtalum og havt ymiskar vegleiðarar. Fyrst hjá Anniku Olsen og Dorrit Bech Joensen, seinni í útbúgvingargongdini hevur hon verið hjá Róa á Kósini og Djóna Joensen, og seinastu mánaðirnar hevur hon hevur í viðtaluni í Miðlon, har Katrin Danielsen, kommunulækni hevur verið hennara vegleiðari. Á Medisinska deplinum var Jens Andreassen vegleiðari.

Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverk Føroya, Inga Mareta Joensen, serlækni í almennum medisini og Tummmas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverk Føroya.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.