Bíðilistar

Ert tú lesandi ella ætlar tú tær eina framtíð sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur?

26. JUNI 2020

Ergo- og fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum bjóðar lesandi og teimum sum umhugsa útbúgving innan ergo- ella fysioterapi at vitja á deildini fríggjadagin 24. juli kl. 13:00-14:30.

Tú fert ma. at frætta um gerandisdagin sum ergoterapeutur og fysioterapeutur á sjúkrahúsinum, eins og rundvísing verður.

Somuleiðis verður høvi at práta við bæði starvsfólk og onnur lesandi afturvið einum kaffimunni.

Skrá:
- Gerandisdagurin á Ergo- og fysioterapideildini
- Praktikskipan við danskar útbúgvingarstovnar
- Menningarmøguleikar
- Granskingarprojektir
- Soleiðis arbeiða vit evidensbasera
- Rundvísing
- Kaffi og prát

Nær: Fríggjadagin 24. juli kl. 13:00 -14:30
Hvar: í Forhøllini við høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum

Óbindandi tilmelding fer fram á alvha@ls.fo

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.