Bíðilistar

Ein verkfalstilbúgving er neyðug

3. NOVEMBER 2020

Sjúkrarøktarfrøðingar eru størsti fakbólkur í Sjúkrahúsverkinum, og eru vit sum arbeiða á teimum trimum sjúkrahúsunum serstakliga tilvitaði um tað megnar arbeiðið hesin fakbólkur fremur í gerandisdegnum. Sjúklingar kunnu ikki verða teirra fakliga førleika fyriuttan, tí hartil er teirra uppgáva alt ov týdningarmikil.

Tað er eisini orsøkin til, at týðandi er, at fáa undantøk frá fakfelag teirra, tá verkfall er, til alneyðugar uppgávur, sum einans sjúkrarøktarfrøðingar hava førleikan at fremja.   

Verkfalstilbúgving

Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, hevur verið alment frammi og greitt frá tørvinum á eini verkfalstilbúgving. Í hesum sambandi er møguliga ikki komið nóg greitt fram, at meint verður við eina minimumsnormering av starvsfólki undir verkfalli. Hetta skal ikki mistakast fyri vanligu tilbúgvingarætlanina í samband við stórvanlukkur.   

Í løtini er tað soleiðis, at Sjúkrahúsverkið dagliga má umbiðja undantøk frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fyri at fáa loyvi til at hava sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis til alneyðugar uppgávur. Talan er um innlagdar sjúklingar og akuttar uppgávur, sum koma inn, hóast verkfall er.

Loyvdu undantøkini eru ofta bert galdandi fyri styttri tíðarskeið, so sum 1-2 dagar. Tað inniber, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum ikki altíð hevur vissu fyri, at neyðug starvsfólk eru til arbeiðis í morgin ella næstu dagarnar, at fremja alneyðugu uppgávurnar á sjúkrahúsunum.

Seinastu tvær vikurnar hava enn einaferð prógvað, hvussu týðandi sjúkrarøktarfrøðingar eru fyri okkara sjúkrahúsverk. Tí er eisini neyðugt, at fáa eina verkfalstilbúgving í sáttmálan, sum ásetur eitt minsta mark fyri tøkari arbeiðsorku.   

Endamálið við eini verkfalstilbúgving er at tryggja, at Sjúkrahúsverkið tekur hond um akuttar uppgávur. Í grannalondum finnast tílíkar avtalur, samstundis sum verkfalsrætturin verður virdur. Hetta er tí ikki at taka verkfalsrættin frá fakbólkum, men ein trygd fyri, at eitt minstamark altíð er fyri arbeiðsorku á sjúkrahúsunum, soleiðis at til ber at lyfta alneyðugar uppgávur. 

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.