Bíðilistar

Bíðilistar innan ávísar sergreinar í Sjúkrahúsverkinum - oktober

13. OKTOBER 2020

Bíðilistar til knæ- og mjadnaskurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum eru nú partur av uppgerðini hjá Sjúkrahúsverkinum.

Sjúkrahúsverkið fór í juli undir at almannakunngera bíðilistarnar á útvaldum sergreinum. Byrjað verður í smáum og eftir ætlan verða fleiri økir løgd aftrat so hvørt.

Sí bíðilistar og mettu bíðitíðirnar HER

Viðmerkingar til bíðilistarnar
Tíðarskeiðið við koronu hevur ávirkað allar bíðilistarnar, sum eru vorðnir longri og bíðitíðin at koma til fyrstu viðtalu er á summum økjum nú upp í móti tveir mánaðir drúgvari enn áðrenn koronafarsóttin tók seg upp.

Barna- og ungdómspsykiatriin hevur fingið metnógvar nýggjar ávísingar í 2020 og ávirkar hetta bíðitíðina. Fyri fáum árum síðani var bíðitíðin at koma til útgreiningar longri enn eitt ár.

Stór framgongd hevur verið innan Ortopedi – ryggskurð eftir, at sergreinin varð tikin heim. Hetta økið varð rættiliga hart rakt av koronu í vár, men tykjast bíðilistarnir hava laga seg. Í juli var mett, at bíðitíðin var meiri enn 9 mánaðir, nú er bíðitíðin niðri á góðum hálvum ári.

Ortopedi – knø og mjadnar er nýggjur bíðilisti í hesum høpi. Gev gætur, at hetta bert fevnir um Landssjúkrahúsið. Tíðin við koronu hevur ávirkað allar skurðviðgerðir og tá trot samstundis er á skurðlæknum, so vaksa bíðilistarnir og bíðitíðin.

Í heyst fór Landssjúkrahúsið undir eitt átak at fáa bíðilistarnar innan ADHD-vaksin niður. Umleið helmingurin av teimum 100, sum tá stóðu á bíðilista, bíða ikki longur, men samstundis eru komnar metnógvar nýggjar ávísingar, so nú standa 141 fólk á bíðilista.

Neurologiin hevur verið eitt raðfest øki seinnu árini og bíðitíðin er stytt úr 12 mánaðum niður í minni enn tveir mánaðir. Arbeitt hevur miðvíst við at betra sjúklingagongdirnar og nú vitja neurologiskir konsulentar munandi oftari enn fyrr.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.