Bíðilistar

Vegurin til Kapellið á Landssjúkrahúsinum stongdur

9. SEPTEMBER 2019

Í sambandi við vegagerð til nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, verður vegurin til Kapellið stongdur frá á morgni mánadagin 9. september til fríggjadagin 13. september.

Í hesum tíðarskeiðinum ber ikki til at koyra ella ganga til Kapellið og fer tað millum annað at ávirka virksemið á Kapellinum, í Blóðbankanum, umframt vøruinnlatingina.

Tey, ið hava ørindi á Kapellinum, verða biðin um at brúka Høvuðsinngongdina. Skeltir verða sett upp í forhøllini, ið vísa veg til Kapellið.

Tað er hesin vegurin - Sandagerðisvegur - ið verður stongdur frá mánadegnum

Tað er hesin vegurin - Sandagerðisvegur - ið verður stongdur frá mánadegnum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.