Bíðilistar

Spennandi skrá á Granskingardegnum á Landssjúkrahúsinum tann 23. mai.

15. MAI 2019
Fleiri áhugaverdar framløgur verða um gransking á Landssjúkrahúsinum, har August Wang, Bjarni á Steig og Marija Todorovic fara at greiða frá sínum granskingarúrslitum.

Somuleiðis verður Bente Klarlund Petersen at hoyra.
Hon er kliniskur professari á Universitetinum í Keypmannahavn og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.
Hon granskar í samanhangi millum fysiska rørslu og musklar á molekylærum støði.
Hon hevur givið fleiri bøkur út um rørslu, kropp og heilsu, og skrivar m.a. klummur og hevur ein spurnarteig um heilsu í Politiken.

Eins og áður verður eisini postaraframsýning, har flottasti postari verður kosin.

Vælkomin á Granskingardag í forhøllini á Landssjúkrahúsinum 23. mai kl. 13.00.

Sí skrá við at trýsta á myndina niðanfyri.

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.