Bíðilistar

Seminar: Hvussu hava pápar í Norðurlondum tað?

15. JANUAR 2020

Almannamálaráðið skipar í næstum fyri áhugaverdum seminari um pápar og barsil í norðurlondum. Norðurlond hava í fleiri enn 40 ár arbeitt saman um at betra um javnstøðuna á øllum økjum í samfelagnum. Javnstøða millum kvinnur og menn er ein av orsøkunum til, at norðurlendska modellið hevur eydnast so væl, og er ein av hornasteinunum í teimum norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum.

Mikudagin 5. februar 2020 verður seminar um nýggja norðurlendska frágreiðing, um hvussu pápar í Norðurlondum hava tað.

Pápar í Norðurlondum brúka bara 10-30 prosent av samlað barslinum. Frágreiðingin “State of Nordic Fathers” kannar, hví so er, og vísir á møguleikar at økja lutin hjá pápum í ansing og barsli.

Umframt framløgu av frágreiðingini  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum við ábyrgd av barsilsskipanini, at taka orðið.

Eisini verður pallborð, har embætisfólk úr Norðurlondum fara at umrøða frágreiðingina, og hvussu barsilsskipanirnar eru í sínum landi, og hvørja ávirkan hetta hevur á javnstøðu millum kynini.

Seminarið verður kl. 14-16 í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug. Melda til á amr@amr.fo í seinasta lagi 4. februar kl. 12.00.

sí meira á: https://www.norden.org/da/nordicfathers #DadOnBoard #ShareTheCare

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.