Bíðilistar

Psykiatriin 50 ár: Beinleiðis stroyming

29. OKTOBER 2019

Í dag klokkan 14 byrjar tiltakið Psykiatriin 50 ár. Stroymað verður beinleiðis frá tiltakinum.

Leinkið til stroymingina er HER.

Í dag eru júst 50 ár liðin síðani fyrstu 20 sjúklingarnir vóru innlagdir á Statshospitalinum, sum er tað, ið vit í dag kenna sum Psykiatriski depilin.

50-ára dagurin verður hátíðarhildin við stórum tiltaki í Smæruni. Tá fara vit at lýsa føroysku psykiatriina úr fleri ymiskum sjónarhornum, bæði fortíð, nútíð og framtíð. Eisini verða sofaprát og tónleikur.

Dagurin endar við, at kendi danski sjónvarpsverturin Henrik Dahl greiðir frá um egnar upplivingar við sálarsjúku.

Sí skránna HER

Øll eru vælkomin og tað er ókeypis at luttaka. Tilmelding er ikki neyðug.

Tiltakið er skipað soleiðis, at fólk kunnu koma og fara millum tey ymsu innsløgini. 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.