Bíðilistar

Nýtt viðgerðartilboð móti Parkinson

21. NOVEMBER 2019

Mánadagin byrjaðu fyrstu sjúklingarnir í Føroyum viðgerð móti Parkinson við pumpu, eisini nevnd Duodopaviðgerð. Duodopapumpan tryggjar ein javnan streym av flótandi levodopa, ið er heilivágur, sum hevur víst seg at muna væl hjá sjúklingum við motoriskum avbjóðingum orsakað av Parkinson sjúku.

Viðgerðin verður givin gjøgnum sondu. Byrjað verður við nasalsondu, meðan rætta nøgdin av heilivágnum verður funnin. Síðani verður PEG-J sonda løgd, har framhaldandi viðgerðin við medisinpumpu verður sett til. Pumpan ger, at heilivágurin verður givin leypandi við at pumpa heilivágin beinleiðis inn í buggørnini  umvegis eina sondu. Hetta hevur við sær, at sjúklingurin upplivir eina betri javnvág í kroppinum í mun til ristingar og stívleika, sum eyðkenna Parkinson sjúku.

Pumpan kann havast í einum belti, einum vesti ella í einum snóri um hálsin. Sondan verður verandi í tarmunum, men sjálv pumpan kann takast av um náttina. Sondan verður verður løgd inn undir lokaldoyving, og síðani skal sjúklingurin vera innlagdur í eitt døgn. Eftir innleggjan av sonduni, verður sondan og pumpan tillagað av starvsfólkunum á deildini, og tilsamans kann sjúklingurin vænta at vera innlagdur í eina lítla viku fyri at fáa viðgerðina setta til.

Viðgerðin er ætlað Parkinson sjúklingum við serliga ógvisligum motoriskum avbjóðingum, og flestu sjúklingar hava ikki tørv á øðrum heilivági móti Parkinson sjúku, tá tey nýta pumpuna.

Kristian Winge, neurologur og serkønur innan Parkinson sjúku, stendur fyri viðgerðini í Føroyum. Á B7 eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava ábyrgd av viðgerðini, og hava tær fingið undirvísing frá donskum sjúkrarøktarfrøðingi við servitan á økinum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.