Bíðilistar

Menna gransking innan krabbamein í Føroyum

13. MARS 2019

Tann 1. mars byrjaði Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eina nýggja Ph.D. verkætlan, sum er stuðlað av Team Rynkeby, Krabbameinsfelagnum og Sjúkrakassagrunninum.

Verkætlanin strekkir seg yvir 3 ár, og er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.

Endamálið er at lýsa krabbamein í Føroyum bæði yvirskipað, men eisini í smálutum, eitt nú at kanna samband millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur.
Barnakrabbi hevur eitt serligt fokus í verkætlanini, og endamálið er at gera eina yvirskipaða lýsingina av barnakrabba í Føroyum og herumframt at gera serstakar kanningar innan barnakrabba.

Hetta er fyrsta stig í eini størri ætlan um at menna gransking innan krabbamein í Føroyum og at fáa eina savnandi granskingarstrategi innan hetta økið.

Hendan verkætlan fer at slóða veg fyri komandi verkætlanum, tí skráirnar verða gjørdar meira brúkbarar og verða valideraðar í hesi verkætlan.
Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, fer granskingarverkætlanin at viðføra økta vitan, sum fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið.

kelda:krabbamein.fo

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.