Bíðilistar

Marija Todorovic Markovic verjir ph.d.

20. DESEMBER 2018

hósdagur 28.02.2019, kl. 14:00, Sjóvinnuhúsið

Hósdagin 28. februar 2019 fer Marija Todorovic Markovic, ph.d.-lesandi og 1. hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum at verja sína ph.d.-ritgerð. Hon hevur kannað sjúkutíttleikar (epidemiologi), sjúkuorsøkir (bakteriur, smáverur og infektiónsfokus) og deyðatal (mortalitet) hjá medisinskum sjúklingum í Føroyum við og uttan infektión/blóðeitran. Verkætlanin eitur: ''Infectious Diseases in the Faroe Islands – Clinical Characteristics and Pathogens (FAPI study)”

Marija Todorovic Markovic hevur verið innskrivað á ph.d.-skúlanum á Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Granskingin hevur verið staðsett á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. 

Høvuðsvegleiðari hevur verið Shahin Gaïni, serlækni í infektiónsmedisini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, lektari á Syddansk Universitet og lektari á Fróðskaparsetur Føroya. 

Hjávegleiðarar hava verið Court Pedersen, professari í infektiónsmedisini dr.med. á Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet og Magnús Gottfredsson, professari í infektiónsmedisini ph.d. á Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Islands.

SDU hevur givið loyvi til at verjan verður í Føroyum har granskingin hevur verið staðsett.

 

kelda: gransking.fo

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.