Bíðilistar

Jytta Friang og Sámal Jákup Sakarisson eru liðug við útbúgving sum serlæknar í almennum medisini

7. MARS 2019

Tey hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tey hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum, ávikavist í Skálafjarðar læknadømi hjá Kára Rasmussen, í Fuglajarðar læknadømi hjá Kristu Jørmundsson, í Vestmanna læknadømi hjá Djóna Joensen og í Vága læknadømi hjá Marjus Dam.

Jytta Friang hevur fingið fast starv sum kommunulækni í Fuglafjarðar læknadømi, hon tekur við starvinum í Gøtudali 1. mai og Sámal Jákup Sakarisson er byrjaður í einum vikariati í Suðurstreymoyar læknadømi í viðtaluni í Miðlon.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna, 2 av hesum verða eftir ætlan eisini lidnir í ár.

Landssjúkrahúsið fegnast um verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Á niðaru myndini eru Thomas Schiøler, varastjóri í Sjúkrahusverk Føroya, Sámal Jákup Sakarisson og Jytta Friang, serlæknar í almen medisin og Jóanis Erik Køtlum, forstjóri í Sjúkrahúsverk Føroya.

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.