Bíðilistar

Gransking av føroyskum streptokokkum í Nature Genetics

19. FEBRUAR 2019

Føroyskir granskarar hava í samstarvi við leiðandi altjóða genomgranskarar almannakunngjørt slóðbrótandi genetiska bakteriugransking um bakteriuna Streptococcus pyogenes í tíðarritinum Nature Genetics, sum er leiðandi genetiska tíðarritið í heiminum. 

Tað eru Shahin Gaïni, ph.d., yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, og Marita Debess Magnussen, ph.d., medisinskur mikrobiologur á kanningarstovuni Thetis, sum eru viðhøvundar í greinini, har granskararnir hava gjørt umfatandi heilgenomkanningar av 2101 bakteriuisolatum av slagnum Streptococcus pyogenes (hemolytiskir gruppe A streptokokkar).

Shahin Gaïni og Marita Debess Magnussen hava verið við í einum altjóða toymi við luttakarum úr USA, Finnland, Noregi og Ísland. Laboratoriukanningarnar og bioinformatikkurin er gjørdur í Houston í Texas í USA hjá aJames M. Musser, professara. 

Greinin í Nature Genetics eitur “Integrated analysis of population genomics, transcriptomics and virulence provides novel insights into serotype M28 Streptococcus pyogenes pathogenesis” og samandráttur sæst her

Shahin Gaïni, ph.d., yvirlækni, ger hesar niðurstøður:

“Streptococcus pyogenes er tann vanliga hálsbrunabakterian, sum kommunulæknar kunnu kanna fyri, áðrenn teir møguliga geva penicillin fyri hálsbruna. Bakterian kann geva alt frá vanligum hálsbruna til tær mest álvarsligu og lívshóttandi infektiónirnar sum t.d. ‘kjøtetandi bakteriinfektiónir/Necrotizing fasciitis’, har einasta viðgerð er akutt amputatión og umfatandi mutilerandi skurðviðgerð. Aðrar sjúkur, sum bakterian er atvold til, er toksisk sjokksyndrom og aðrar lívshóttandi blóðeitransinfektiónir. Bakterian er eisini tann klassiska atvoldin til barsilsfepur og kann eisini geva lívshóttandi meningitis og blóðeitran hjá nýføðingum. Tíbetur eru barsilsfepur og neonatalinfektiónir við Streptococcus pyogenes sera óvanligar í framkomnum londum í dag.

2101 stammur av Streptococcus pyogenes subtypa emm28 vóru heilgenomsekventeraðar. Tað unikka við verkætlanini var, at ikki einans vóru bakteriurnar heilgenomsekventeraðar, men eisini sekventeraðu granskararnir transkriptomið hjá 492 bakterium. Transkriptomið er kodandi messenger RNA, sum eru boðini, sum fara frá DNA via messenger RNA til proteinsyntesu. Afturat tí vóru virulenskanningar og patogenesukanningar gjørdar viðvíkandi patofysiologi og proteinávirkan av 50 bakteriuisolatum í djóramodellum.

Kanningin er unikk og ein framtiðarskabelón fyri, hvussu optimal gengransking skal gerast, har man kannar eina samanhangandi effektketu frá DNA til messenger RNA til proteinsyntesu til patofysiologi og patogenesu og virulens. Skabelónin kann brúkast bæði til ekstensivar genkanningar av bakterium og aðrar smáverur, men eisini til gengransking generelt, har tað er umráðandi, ikki bert at hyggja at genvariatiónum í DNAnum við heilgenomsekventering, men eisini kanna, hvussu genaktiveringar føra til proteinbroytingar og síðani til sjúkueyðkenni og til fænotypurnar við ymsar sjúkur. “

Ein útgreining av arbeiðinum kann lesast á enskum her

Granskingin er eitt framhald av ph.d.-verkætlanini hjá Maritu Debess Magnussen um antibiotikamótstøðuføri í Føroyum. Hendan verkætlanin varð stuðlað úr Granskingargrunninum.

Les meira um hesa verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.

kelda: gransking.fo

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.