Bíðilistar

Bjarni Wardum er liðugur við útbúgving sum serlækni í almennum medisini

10. MAI 2019

Bjarni Wardum er júst vorðin liðugur við útbúgving sína sum serlækni í almennum medisini.

Hann hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving, har hann byrjaði sína útbúgving í Danmark við 2 ½ ári, fyrst í einari praksis og síðani á Herlev og Gentofte Hospital.

Eftir hetta hevur Bjarni tikið restina av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í 2 ymiskum læknaviðtalum í Tórshavn, ávikavist hjá Sten Larsen og nú seinasta ári hjá Katrin Danielsen.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Bjarni Wardum er tann triðji læknin í ár sum verður liðugur.

Landssjúkrahúsið fegnast um verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Á myndunum eru Margit Stórá, virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverk Føroya, Bjarni Wardum, serlækni í almennum medisini, Thomas Schiøler, varastjóri í Sjúkrahúsverk Føroya

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.