Bíðilistar

Asfaltarbeiði ávirkar ferðsluna við G-bygningin á Landssjúkrahúsinum

29. JANUAR 2020

Í sambandi við asfaltarbeiði við G-bygningin á Landssjúkrahúsinum eru broytingar í vegaføringini. Eingin ferðsla verður oman eftir Sandagerðisvegi, meðan arbeitt verður.

Somuleiðis er vegurin framvið G-bygningin stongdur á krossinum út til Sandagerðisveg og nýggj vegaføring gjørd tvørtur um norðastu parkeringsbásirnir við G-bygningin. Nýggi vegurin er markeraður við betongsteinum.

Sjúkraflutningstænastan koyrir frá Landssjúkrahúsinum eftir Sandagerðisvegi, og tað er av stórum týdningi, at fólk ansa eftir, at tey ikki forða sjúkrabilum at sleppa avstað.

Væntandi tekur asfaltarbeiðið ein arbeiðsdag.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.