Bíðilistar

10 sjúkrarøktarfrøðingar fingið prógv innan krabbameinssjúkrarøkt

27. MAI 2019

​Fríggjadagin fingu 10 sjúkrarøktarfrøðingar prógv í serútbúgving innan krabbameinssjúkrarøkt. Tær starvast á B6, G3, G4 og á Suðuroyar Sjúkrarhúsi. 

Hetta var ein sera stórur dagur hjá hesum sjúkrarøktarfrøðingum og samstundis eisini stórur dagur fyri deildirnar, har tær arbeiða. Men ikki minst kemur hetta at gagna krabbameinssjúklingum í Føroyum, umframt fleiri aðrar sjúklingabólkar, sum fáa gagn av teimum førleikum, sum hesar hava vunnið sær.

Serútbúgvingin í krabbameinssjúkrarøkt er ein útbúgving á 60 ECTS stig og tekur 1½ ár. Ástøðisparturin av útbúgvingini er tikin sum fjarlestur og er starvsvenjingin í stóran mun tikin á egnum starvsstaði. 

Útbúgvingin gevur høgan sjúkrarøktarfakligan førleika til at veita krabbameinssjúklingum sjúkrarøkt og viðgerð grundað á nýggjastu vitan. Tær megna serstakliga at meta um og greina samansettar kliniskar støður, sum krabbameinssjúklingurin og avvarðandi kunnu vera fyri í allari sjúkugongdini, um tað so snýr seg um kropsligar, sálarliga, sosialar ella andaligar avleiðingar av sjúku ella viðgerð.

Styrkin er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir megna at síggja heildina í sjúkugongdini og kunnu taka stig til at arbeiða fyri at betra um góðskuna í røkt og viðgerð. Umframt hetta hava tær eisini ment serliga førleikar í samskifti og námsfrøði við støði í tí samanhangi, sum ein krabbameinssjúklingur er í. Útbúgvingin gevur breiðar førleikar til at varða av virkisøkjum sum t.d. kliniska sjúkrarøkt, samskipan, tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv, dygdarmenning og undirvísing. 

Aðruferð at prógv verða handað 

Hetta er aðru ferð, at prógv verður handað í hesi útbúgving. Fyri 2 árum síðani fingu fimm sjúkrarøktarfrøðingar, ávikavist frá B6, G3 og Klaksvíkar Sjúkrahúsi prógv sum serútbúnir krabbameinssjúkrarøktarfrøðingar. 

Fyri 4 árum síðani gjørdi Landssjukrahúsið slóðbrótandi avtalu við Metropol um, at gera hesa útbúgving sum fjarlestur, sum hevur gjørt tað gjørligt, at stórt tal av sjúkrarøktarfrøðingum fingu møguleika at útbúgva seg. 

Við hesum í huga, er tað stórt nýbrot at vera komin á mál við tí ætlan, sum varð løgd fyri fleiri árum síðani.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.