Bíðilistar

Viðmerkingar til yvirskrift í fjølmiðlunum um álit á føroyska sjúkrahúsverkið

4. APRÍL 2018

Føroyskir sjúklingar í viðgerð uttanlands hava álit á føroyska sjúkrahúsverkinum!
Hetta kundi líka so væl verið yvirskriftin í Sosialinum sum tann, ið var hin 26. mars 2018, har yvirskriftin ljóðaði “Nógv minni álit á føroyskum sjúkrahúsum enn á útlendskum”. Greinin byggir á samrøðu við lesandi, sum hevur gjørt kanning av føroyskum sjúklingum, sum fara uttanlands í viðgerð. 

Báðar yvirskriftirnar, sum eru generaliserandi, eru misvísandi. Tí tað er ein veruleiki, at smb. kanningini hava umleið 2/3 av sjúklingunum, sum verða sendir uttanlands, álit á føroyska sjúkrahúsverkinum, í meðan ein partur hevur størri álit á útlendsku sjúkrahúsunum. 

Spurningurin er tó, um tað er rætt at seta útlendsku sjúkrahúsini upp ímóti teimum føroysku, tí í grundini er alt talan um viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum, har ein partur er bjóðaður út til meira specialiseraðar sergreinar uttanlands.

Trupulleikin við tílíkum yvirskriftum er, at tær raka alt sjúkrahúsverkið og serliga Landssjúkrahúsið, tí ein mynd av Landssjúkrahúsinum er knýtt í yvirskriftina. Hetta hevur ta avleiðing, at starvsfólkini yvir breiðan kamb kenna seg raktan, og kann hetta ganga út yvir arbeiðsgleði og virkisfýsni. Hetta er spell, tí størsta avbjóðingin er at fáa starvsfólk at velja føroyska sjúkrahúsverkið sum arbeiðspláss og at støðast. Tað er heldur ikki rímiligt, at starvsfólkini skulu kenna seg rakt, tí vit hava hópin av væl útbúnum starvsfólki á høgum fakligum støði, sum leggja lív og sál í at geva sjúklingunum eina góða tænastu. 

At tað eru avbjóðingar, serliga í samskiftinum millum sjúkrahúsverkið uttanlands og føroyska, eru vit greið yvir. Her er tað serliga vit, sum leiðsla fyri sjúkrahúsverkið, sum hava eina uppgávu við at betra um sjúklingagongdirnar, sum mangan eru rættiliga kompleksar. Arbeitt verður eisini hart við at betra um bæði talgilda samskiftið og organisatoriskt at skipa sjúklingagongdirnar. 

Í sjúkrahúsverkinum verður tikið væl ímóti ávísum pørtum av kanningini, tí hon gevur sjúklingunum eina rødd og vísir á ítøkilig viðurskiftir, har til ber at fremja betringar. Hesi viðurskifti taka vit til okkum. Ynskiligt hevði tó verið við eini størri javnvág ímillum tað neiliga og tað jaliga. 

Broytingar verða áhaldandi framdar í sjúkrahúsverkinum, so hvørt sum menning fer fram innan heilsuøkið, men kann hendan kanningin frá einum sjúklingaperspektivi bæði varpa ljós á møguleikar fyri batum og framyvir nýtast sum grundarlag at gera samanberingar við. 

Samanumtikið staðfestir kanningin tó, at flestu sjúklingar, ið vera sendir uttanlands í serviðgerð, eru nøgdir við bæði umstøður og viðgerð. ​​

Sjúkrahússtjórnin

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.