Bíðilistar

Um leiguútreiðslur hjá Landssjúkrahúsinum

28. SEPTEMBER 2018

Vísandi til almenna umrøðu í gjár um størri leiguútreiðslur hjá Landssjúkrahúsinum til starvsfólk á stovninum, er málið kannað.
Onki er sum týður uppá, at stovnurin rindar størri upphæddir fyri leigumál.

Landssjúkrahúsið leigar í høvuðsheitum bert bústað til starvsfólk, sum hava bústaðarskyldu, eitt nú til hjálparlæknar, og einans tá hóskandi íbúðir ikki eru tøkar á Eirargarði. Í serstøkum føri verður leigað til aðrar starvsbólkar.

Í slíkum leigumálum skal starvsfólkið rinda størra partin av húsaleiguni aftur til stovnin.

Til og við september í ár eru samlaðu nettoútreiðslurnar til slíka leigu mettar til kr. 39.770kr.  

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.