Bíðilistar

Nú verða fleiri pláss til føroyskar læknar í basisútbúgvingarstarvi á Landssjúkrahúsinum

10. APRÍL 2018

Í næstum verður lýst eftir KBU læknum til Landssjúkrahúsið. KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum.

Nýútbúnir føroyskir læknar hava áður verið noydd at søkja føroysku KBU størvini í donsku skipanini, og tí á jøvnum føti við aðrar læknar, ið hava lisið í Danmark. Men nú eru heilsumyndugleikar í Føroyum og Danmark komnir ásamt um, at føroyskir læknar fáa framíhjárætt at søkja útbúgvingarstørvini í Føroyum.

Endamálið er at styrkja um sambandið við føroyskar læknar tíðliga í teirra útbúgvingarskeiði, fyri at økja um møguleikan fyri at hesi velja Føroyar aftur seinni í teirra yrkisleið.

Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað, og stórur eftirspurningur hevur tí verið millum læknalesandi í Danmark at taka basisutbúgvingina í Føroyum. Tað hevur viðført, at fleiri føroyingar, sum lesa í Danmark, ikki hava fingið KBU-starv í Føroyum, hóast tey ynsktu tað.

Størvini, sum verða sett eftir nýggju tilgongdini, eru tí ikki partur av vanliga lutakastinum hjá donsku heilsumyndugleikum. Tó verða tey størv, sum ikki verða sett, lutaði út eftir fyrrverandi mannagongdini.

Uml. 10 útbúgvingarstørv eru ásett árliga, og á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um ta nýggju skipanina, og vóna at síggja jalig árin komandi árini.

Fyrstu lýsingarnar eftir KBU læknum koma væntandi út í hesu vikuni.

 

 

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.