Bíðilistar

Grein um biomarkørar við blóðeitran og infektión

5. FEBRUAR 2018

Shahin Gaini, yvirlækni ph.d., hevur í samstarvi við granskarar í Odense og Århus almannakunngjørt eina vísindaliga grein í tíðarritinum Scandinavian Journal of Clinical and Laboratory Investigation um sMR (soluble Mannose receptor), immunverjuna, infektión og blóðeitran.

Granskarar vóna, at útslitini kunnu verða við til at menna vitanina innanfyri sjúkugreining og viðgerð, tá talan er um álvarsligar lívshóttandi infektiónir í einum globalum høpi.

Infektiónsmedisinska Granskingareindin á Landssjúkrahúsinum samstarvar við Ríkissjúkrahúsið, Keypmannahavnar Universitet, Odense Universitetssjúkrahús, Suðurdansk Universitet, Aarhus Universitetssjúkrahús, Landspitali Reykjavík, Háskúla Ìslands, Amsterdam Universitet, AMC Uni.sjúkrahús Amsterdam, CDC Center of Disease Control and Prevention (Field Station Alaska), Houston Methodist Hospital, Fróðskaparsetur Føroya og International Circumpolar Surveillance (ICS) for Invasive Bacterial Diseases.

Nógvar verkætlanir eru í løtuni í gongd: Ein ph.d. verkætlan um lívshóttandi infektiónir og blóðeitran í Føroyum (FAPI verkætlanin). Ein verkætlan um, hví føroyingar vóru so hart raktir av meningitis B, og um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa meningitis (MeFcocc verkætlanin). Ein post.doc. verkætlan um blóðeitran (BiFaSeps verkætlanin) og ein um lívshóttandi infektiónir í Føroyum (InvaSeps verkætlanin).

OsepS verkætlanin í Odense sum Shahin Gaini hevur staðið fyri síðani 2003 stendur aftanfyri seinastu greinina, sum júst er útkomin. Greinin kallast "The macrophage activation marker sMR as a diagnostic and prognostic marker in patients with acute infectious disease with or without sepsis". Høvundarnir eru Mette Marie Relster, Shahin Gaini, Holger Jon Møller, Isik Somuncu Johansen og Court Pedersen.

Ein samandráttur av vísindaligu greinini um lívshóttandi infektiónir kann lesast HER

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.