Bíðilistar

Framsýning av gomlum myndum í forhøllini á Landssjúkrahúsinum

21. JULI 2018

Týsdagin letur upp áhugaverd framsýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum við myndum, sum Jesar Hansen úr Sandavági tók, tá ið hann var innlagdur á sjúkrahúsi í 1957-58.
120 myndir eru á framsýningini, sum allar er í A4 stødd.

Tað verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum opnar framsýningina týsdagin 24. juli kl. 15.00.

Í ár eru 30 ár liðin síðan Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar var stovnað, og tí fær felagið myndirnar til ognar, tá ið framsýningin er av.

Myndirnar verða at síggja á Landssjúkrahúsinum fram til 6. august.

Framsýningin er ein partur av Ólavsøkuskránni. Les meira um myndamannin her.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.