Bíðilistar

Fleiri læknar enn áður undir útbúgving í Føroyum

21. DESEMBER 2018

Í 2019 verður eitt ávíst tíðarskeið uml. 40 læknar undir útbúgving í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hetta er hægri enn nakrantíð áður. 15 av hesum eru KBU læknar.

Grundútbúgvingin
KBU stendur fyri Klinisk Basisuddannelse. Hetta eru nýútbúnir læknar sum, aftaná at hava lokið sína universitets útbúgving, skulu arbeiða í 1 ár fyri at kunna søkja Sundhedsstyrelsen um loyvi til “selvstændigt virke”.
Hendan grundútbúgvingin er samansett við tveimum ymiskum sergreinum. KBU størvini, sum Landssjúkrahúsið lýsir, innihalda sergreinarnar medisin, kirurgi, psykiatri og almen medisin, sum er úti hjá kommunulækna. 
Fyrr í ár fingu føroyskir læknar framíhjárætt at søkja KBU størv í Føroyum, og seinast vóru 12 umsóknir til 5 størv.

Introstørv
Harumframt vera 10 læknar í introduktiónsstarvi í ymiskum sergreinum, so sum intern medisin, ortopædkirurgi, psykiatri og almen medisin.
Eitt introstarv er eitt starv, har læknin roynir at finna útav hvørja sergrein hann skal velja, tá ið hann skal søkja høvuðsútbúgvingarstarv. Til ber at royna fleiri introstørv.
Ein lækni sum hevur verið ígjøgnum eitt introsstarv í einari sergrein, er skikkaður at søkja eitt høvuðsútbúgvingarstarv í somu sergrein.
Áhugin millum føroyskar læknar fyri introstørvum er størri nú enn áður.  

Útbúgving til serlækna innan almen medisin
Eisini verða 13 læknar í útbúgvingarstarvi innan almen medisin. Almen medisin er útbúgving til kommunulækna. Hendan útbúgvingin er samansett av einum tíðarskeiði á sjúkrahúsi og einum tíðarskeiði úti hjá kommunulækna og tekur samanlagt 4½ ár.
Innan hetta økið ber til at taka alla útbúgvingina í Føroyum. Tó kann gerast neyðugt at ½ til 1 ár skal takast á donskum sjúkrahúsi, um tað ikki er pláss í okkara skipan.

Útbúgving til serlækna innan onnur øki
Flestu av serlæknaútbúgvingunum ganga fyri seg í Danmark.
Tó eru 2 læknar, sum taka partar av síni serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum. Ein av hesum byrjar tó ikki fyrr enn í september 2019. Annar teirra er í høvuðsútbúgvingarstarvi í kardiologi og hin byrjar í psykiatri. Orsøkin at tað ber til at taka ein part av hesum báðum serútbúgvingum í Føroyum er, at Landssjúkrahúsið í løtuni hevur nóg nógvar serlæknar á nevndu økjum.

Samanumtikið er áhugin millum læknar at taka ein part av síni víðari útbúgving í Føroyum vaksandi.

 

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.