Bíðilistar

Ása og Amalia lidnar við útbúgving sum serlæknar í almennum medisini

23. AUGUST 2017

Ása Jaspurdóttir Jacobsen og Amalia Danielsen eru júst vorðnar lidnar við útbúgving teirra sum serlæknar í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni.

Tær hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum, ávikavist í Tórshavn hjá Anniku Olsen, og í Miðlon í Tórshavn hjá Guðrun Zachariassen. Ása hevur fingið fast starv í Eiðis læknadømi, ímeðan Amalia hevur fingið vikariat í Tórshavn.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna.

Landssjúkrahúsið fegnast um verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Á aðrari myndini: Johan Jansson, varastjóri á Landssjúkrahúsinum og Ása Jaspursdóttir Jacobsen, kommunulækni.

Á hinari myndini: Amalia Danielsen, kommunulækni.

 

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.