Bíðilistar

Visti tú, at tunnilin undir LS er nærum 1km langur?

31. MAI 2017

Á Mentanarnáttini 2. juni, fer LS aftur at vísa støð fram á sjúkrahúsinum, sum borgarar vanliga ikki hava atgongd til.

Tvær rundvísingar verða, ávikavist kl. 18.30 og kl. 19.00.
Báðir túrar byrja við reyðu bygningarnar á Eirargarði 16.

Fyrri túrurin:
kl. 18.30
Bygningar, psykiatri og tunnil á Eirargarði.
Styttri frágreiðing um psykiatri og Eirargarð.

kl. 18.45
Ganga gjøgnum tunnilin undir J.C Svabosgøtu oman í grøna bygningin.
Steðga verður við krígshospitalið.

kl. 19.00
Sektiónsstovan.
Framvísing og styttri frágreiðing um arbeiðið í sektiónsstovuni.

kl. 19.10
Upp á takið á grøna bygninginum umvegis trappurnar.
164 trapputrin eru frá niðastu hædd til ovastu.
Vilt tú upp at njóta frálíka útsýnið yvir býin?

Aftaná bjóðar LS gómagott í forhøllini, og framsýningin av H - bygninginum er opin.

Seinni túrurin byrjar kl. 19.00, eisini við reyðu bygningarnar á Eirargarði 16.

Harumframt er Bamsuskaðastova opin Mentanarnáttina 2. juni millum kl. 18.00-20.00.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.