Bíðilistar

Væleydnað ráðstevna hjá NSCMID

12. OKTOBER 2017

Altjóða ráðstevnan hjá NSCMID (Nordic Society of Clinical Microbiology and Infectious Diseases) var í ár hildin í Norðurlandshúsinum um mánaðarskiftið august-september.

Hon var væl vitjað. 370 áhoyrarar vóru, sum høvdu møguleika at hoyra 31 fyrilestrar og síggja uml. 100 postarar og abstracts. 

Fyrilestrarnir umhandlaðu kliniska mikrobiologi og infektiónssjúkur, og vóru hildnir í einum globalum heilsukonteksti við bakstøði í globalisering, og varpaðu ljós á gamlar og nýggjar umfarssóttir, kroniskar virussjúkur, heimsumfatandi bakteriusjúkur, mótstøðuførar bakteriur, tørvin á tamarhaldi á infektiónssjúkum umframt onnur týðandi evnir. 

Av fyrilestrahaldarunum vóru bæði kynini javnt umboðað, og tey luttakandi komu úr Norðurlondum, Europa, Miðeysturi, Australia, New Zealandi, Fillipinunum, USA, umframt úr øðrum londum. 

Ráðstevnan var sett av Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavn, og mentanarliga ískoytið við setanina var føroyskur sangur og føroyskur dansur. Hon vardi í 4 dagar, og endaði við døgurða, har m.a. tónleikur og sangur var á skrá, ið samanumtikið veitti eina minnisríka NSCMID ráðstevnu í Føroyum.

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.