Bíðilistar

Væleydnað Phd skeið í epidemiologi

15. SEPTEMBER 2017

Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur í vikuni hildið ph.d.-skeið í epidemiologi. Heitið á skeiðinum var "Basic principles of epidemiology", og 15 phd-lesandi umframt aðrir granskarar hava luttikið. Av hesum var eisini ein phd-lesandi frá University of Reykjavík í Íslandi.

Undirvísarar á skeiðnum vóru Sjúrður Fróði Olsen, sum er yvirlækni á Statens Serum Institut og adjungeraður professari á Harvard School of Public Health og Marin Strøm, lektari í Heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum.

Skeiðið gav 3 ECTS point, og varð fyriskipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið. Hetta var tað fyrsta av slíkum skeiðum, ið Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking heldur.

Yvirlækni, ph.d. og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetrinum, Shahin Gaini, var stigtakari og ábyrgdari av skeiðnum.

 

Myndir

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.